Vestmanna Bygdarráð samtykti á bygdarráðsfundi 24. november 2020 fíggjarætlanina fyri 2021.
Skattaprosentið lækkar niður í 21,25%, barnafrádrátturin verður óbroyttur kr. 5.000, og gjaldið fyri barnaansing verður óbroytt (hvør familja rindar einans fyri 1 barn).
Høvuðstøl í fíggjarætlanini:
Samlaðu inntøkurnar hjá Vestmanna Kommunu eru í 2021 mettar at vera 67.998.000 kr., sum í høvuðsheitum eru býttar soleiðis:
persónsskattur: | 51.593.000 |
partafelagsskattur: | 2.360.000 |
flyting í samand við eldraøkið: | 15.020.000 |
– rentustuðul og rentugjaldingar: | – 975.000 |
Raksturin fyri Vestmanna Kommunu í 2021 er mettur at kosta 54.781.000 kr., og ætlanin er at gera íløgur fyri knappar 14 mió. kr.
Bókaða bruttoskuldin hjá Vestmanna Kommunu er d.d. 17 mió. kr., svarandi til umleið 0,3 álíkningar.
Raðfestingar í 2021
Knappar 14 mió. kr. eru settar av til íløgur í 2021.
Størsti parturin av íløgunum fer til tekniska økið, tilsamans umleið 12,5 mió. kr., har ið nevnast kann, at 8 mió. kr. fara til liðugtgerð og framhald av Fjalsvegi, so hann verður bundin í Miðalsbrekku, og uml. 3 mió. kr til at betra um ferðsluviðurskiftini bæði hjá teimum til gongu og hjá teimum í bili.
Umleið 0,8 mió. kr. eru settar av til víðari dagføring av vatnverkinum og til dagføring av kloakkum.
0,5 mió. kr. eru játtaðar til framhald av Gjógvaráætlanini, og 0,1 mió. kr. skulu brúkast til at enda arbeiðið at gera nýggj gravstøð í kirkjugarðinum.
Á havnarøkinum vera íløgur til dýping við keiina á Heyganesi og asfaltering á keiøkinum á Heyganesi gjørdar fyri 0,35 mió. kr.
Í Vestmanna Skúla fara at vera gjørdar ábøtur og dagføringar fyri uml. 0,85 mió. kr., m.a. ljóðdoyving, innbúgv og elektroniskar talvur.
Fíggjarætlanin kann lesast í fullari longd her.
Nývalda bygdarráðið, sum tekur við 1. januar 2021, kemur at føra víðari tær ætlanir, sum verandi bygdarráð hevur stungið út í kortið, umframt at brotið verður upp úr nýggjum á ymiskum økjum.
Trivnaður
Bygdarráðið fer at arbeiða fyri, at børn frá 4. til 6. flokk skulu kunna brúka ungdómshúsið Staðið eftir skúlatíð.
Farið verður eisini undir at endurskoða alt barna- og ungdómsarbeiðið í bygdini.
Tað skal gerast stuttligari at eldast í bygdini. Kommunan skal stuðla sjálvbodna initiativinum, eitt nú vitjanartilboð, skipa fyri dansi, ‘syngið-við’ kvøldum og tílíkum, har tilkomnir vestmenningar kunnu hittast til gleði og gleim.
Mentanartiltøk
Einstaklingar, felagsskapir og kommunan hava seinastu árini skipað fyri nógvum og fjølbroyttum tiltøkum. Men so kom Korona… og næstan øll fyrireikað tiltøk máttu takast av skránni. Vónandi fer hendan sermerkta tíðin við Korona at fara afturum okkum skjótt, so vit aftur kunnu savnast um mentanarlig tiltøk til gagns fyri trivnaðin hjá okkum øllum.
Grønari Vestmanna
Fleiri av bygningunum hjá kommununi verða upphitaðir við umhvørvisvinarligum orkuskipanum t.d. jarðhita. Arbeitt verður nú við at kanna, um tað loysir seg tekniskt og fíggjarliga at skifta til umhvørvisvinarligar orkuskipanir í øðrum bygningum eisini, s.s. skúlanum.
Á Skilagátt verður hildið fram við góða samstarvinum við IRF, og vit lurta eftir leiðbeiningi, sum kemur haðani. Kommunan fylgir væl við, hvat hendir í samband við matleivdir, sankutøð og okkara vón er, at samstarv fæst í lag við biogassverkið hjá Førka.
Teknisk mál
Farið verður nú undir at gera miðstrekkið á Fjalsvegi liðugt og at knýta vegin í Miðalsbrekku. Samanbundnu vegirnir fara at lætta munandi um ferðsluna í háferðslutíð.
Arbeiðið við at bøta um ferðslutrygdina kring skúlan hevur langt um leingi tikið eitt stórt fet framá, nú kommunan fyri stuttum hevur ognað sær størri øki niðanfyri súkkluskúrin á Toftavegi. Tí ber nú til at fremja tær ábøtur á ferðslutrygdina har, sum fleiri hava sóknast eftir. Aðrastaðni verða eisini átøk gjørd fyri ferðslutrygdina og bleytu ferðsluna, millum annað á Hornavegi.
Hildið verður fram við at betra um Niðara Veg, sum í longri tíð hevur verið ein avbjóðing, samstundis sum ferðslan er økt. Ábøtur eru gjørdar, men framvegis krevst nógv, áðrenn fólk, súkklur og bilar kunna ferðast trygt.
Økið kring hylin niðan fyri kirkjuna er vorðið til fragd fyri bygdafólkið og vitjandi. Arbeiðið sambært Gjógvaráætlanini heldur fram kring restina av hylinum.
Í bátahylinum verða tvær bátabrúgvar skiftar út komandi setuna, eins og bátahylurin skal dýpast.
Havnin og vinnan
Fleiri framstig eru hend á havnarøkinum seinastu setuna. Fleiri íløgur eru gjørdar í økið og virksemið er økt. Hetta arbeiðið skal halda áfram.
Korini hjá vinnulívinum skulu gerast enn betri, so møgulig nýggj vinna kann fáast í lag í góðum samstarvi við kommununa.
Røkja og fríðka bygdina
Fráfarandi bygdarráð hevur gjørt nógv fyri at gera verkætlanir heilt lidnar. Nevndast kunnu Heimið á Grønanesi, Heilsumiðstøðin, Gjáarlon, Grótbrúgv, Ovari Vegur við gongubreyt og brúgv. Hesar eru allar gjørdar lidnar!
Í nøkur ár hevur kommunan laðað grótgarðar, og hesum fara vit at halda fast við; tað er vakurt, skal mest sum ikki røkjast og er bíligari í longdini. Sama leisti fer komandi bygdarráð at arbeiða eftir.
Dagføring av Vestmanna skúla
Saman við serkønum hevur fráfarandi bygdarráð í farna valskeiði arbeitt við at gera eina tørvslýsing til eina komandi umbygging og endurnýgging av bygningunum, sum m.a. skúlin húsast í. Tørvslýsingin gevur komandi bygdarráði grundarlag at fara víðari til projektering av skúlabygningunum og økinum kring teir.
Eldraøkið
Vestmanna Kommuna fer framhaldandi at arbeiða við at fáa yvirtikið Heimið á Grønanesi aftur, soleiðis at tað vera vestmenningar, sum hava allan avgerðarrættin, tá tað viðvíkur Heiminum. Eisini skal arbeiðast víðari við, at tað skal verða møguligt fyri Vestmanna Kommunu sjálvari at kunna reka eldraøkið, um mett verður, at tað er besta loysnin fyri vestmenningar.
Ferðavinnan
Ferðavinnan í Vestmanna skal blóma enn meira. Fólk er í parttíðarstarvi m.a. fyri at samskipa ferðavinnuna í bygdini, og hava nógv fleiri ferðafólk vitjað tilboðini í bygdini, síðani faldarin um Vestmanna varð gjørdur. Arbeiðast skal víðari við at troyta allar møguleikar innan hesa vinnu, ið kundi fevnt um bjørgini, fjøllini, vágna og nýggjan virkishuga frá borgarunum.
Vestmanna Bygdarráð takkar øllum vestmenningum fyri gott samstarv og ídni.
Við ynskjum um gleðilig jól og gott nýggjár
Pauli T. Petersen
borgarstjóri