Nú fáa hundaeigarar í Vestmanna eitt innhegnað økið, har hundar kunnu renna leysir undir ábyrgd eigarans.
Tað eru hundaeigarar sjálvir, sum hava tikið stig til at fáa øki til leysgangandi hundar.
Tað var í oktobur 2023 at Trivnaðar- og umhvørvisnendin heitti á Fíggjarnevndina um at lata hundaeigarunum tilfarið og vísti til økið niðanfyri Gerðisveg frá grótbrotinum í Stóragerði og inneftir. Fíggjarnevndin játtaði at seta pening av til hegning í 2024.
Í vikuskiftinum tók ein av hundaeigarunum, Sigurlaug Fossdal stig til at hegna økið. Nú manglar bert parturin hjá kommununi, sum er at seta portur upp og at tryggja økið.