Vaksandi áhugin millum føroyingar og ferðandi fyri náttúruupplivingum og tí føroyska tilfeinginum, letur upp fyri nýggjum møguleikum innan landbúnaðin.
6. mars skipar Vestmanna kommuna fyri forvitnisligum fyrilestrum, um hvussu landbúnaður og heimblídni kann skapa eina ferðvinnuuppliving.
Heidi Holm, verkætlanarfólk á Visit Faroe Islands fer at greiða frá um landbúnaðarferðavinnu og nýskapan í landbúnaðinum.
Súsanna Sørensen, marknaðarleiðari á Visit Faroe Islands fer at greiða frá hugtakinum og tilboðnum Heimablídni. Hvørji eru krøvini og reglurnar í sambandi við Heimablídni? Hvussu brúkar Visit Faroe Islands heimablídni í marknaðarføringini av Føroyum? Og hvønn leiklut hevur heimablídni í nýggju ferðavinnustrategiini?
Harriet Olafsdóttir, íverkseti og bóndi, fer at greiða frá sínum royndum – hvussu byrjaði hon og hvussu sær gerandisdagurin út í dag.
Heidi, Súsanna og Harriet svara fegnar spurningum.
Fyrislestrarnir vera á Miðnám í Vestmanna, mikukvøldið 6. mars kl. 19 og eru ókeypis. Øll eru hjartaliga vælkomin.