Góðu Vestmenningar
Hóast Vestmanna er ein ferðavinnubygd, kunnu vit saktans gerast ein enn størri partur av ferðavinnuni. Tað hevur stóran týdning at bygdarfólkið er við í eini menningar- og ferðavinnuætlan.
Tí spyr Bygdarráðið tykkum vestmenningar, hvat ið tit ynskja – soleiðis at úrslitið av kanningini kann verða grundarsteinurin undir menningar- og ferðavinnuætlanini.
Spurnarblaðið er fyrst og fremst ætlað borgarum, ið eru búsitandi í Vestmanna. Tó er áhugavert eisini at hoyra frá borgarum, ið hava havt sín uppvøkstur í Vestmanna, men av ymsum orsøkum ikki búgva í kommununi.
Takk fyri, at tú gevur tær stundir til at svara spurnarblaðnum, sum er við til at geva kommununi íblástur at menna trivnaðin í bygdini, bæði fyri einstaka fólkið og ikki minst fyri virkisfúsar íverksetarar.
Svara spurnarblaðnum her
Vegna Bygdarráðið
Bjørg á Rógvi
borgarstjóri