Góðu kirkjufólk
Nú stundar til kirkjuráðsval, har høvið verður at velja nýtt kirkjuráð. Valið verður týsdagin 2. november í forkirkjuni.
Dyrnar lata upp kl. 10.00 og opið verður til kl. 20.00.
Øll kirkjufólk yvir 18 ár, sum standa á vallistanum 26. oktober 2021, hava valrætt.
Verið vælkomin at gera ein lista við valevnum.
Dømi upp ein slíkan er viðheft.
Kirkjusóknin umfatar bygdirnar Vestmanna og Válin.
Valbæri hava kirkjufólk, sum eru fylt 18 ár í seinasta lagi valdagin og annars lúka treytirnar í lógini um kirkjuráðsval.
Valevnislistar
Valið fer fram sambært valevnislistum, ið skulu vera formanninum í valstýrinum, Eyðun Leo, í hendi í seinasta lagi kl. 17 mánadagin tann 20. septembur. Í mesta lagi níggju nøvn fleiri enn tey, ið veljast kunnu í kirkjuráðið, kunnu vera á valevnislistanum.
Valevnini skulu skriva undir listan, og í minsta lagi trý og í mesta lagi fimmogtjúgu veljarar i kirkjusóknini skriva undir sum stillarar. Valevnini verða stillað upp í bókstavarøð.
Serligur listi yvir stillarar, har teir skilliga eru lýstir við navni, starvi og bústaði, skal vera lagdur hjá.
Valevnislistar kunnu sendast í telduposti til: vestmanna@kirkja.fo ella til Eyðun Leo, Sjóvartún 6, 350 Vestmanna.