Søkt verður eftir einum kliniskum sjúkrarøktarfrøðingi til Røktarheimið á Grønanesi og útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu.
Starvsbrøkur: 1,0 ella eftir avtalu
Starvsbyrjan: 1. Juni 2024 ella eftir nærri avtalu
Talan er um spennandi starv, har tú at arbeiðir í tvørfakligum umhvørvi.
Tínar arbeiðsuppgávur verða í høvuðsheitum:
- At veita kliniska sjúkrarøkt
- Gera røktargongd til borgarar
- Miðla og fylgja upp á røktargongdir
- Palliativa sjúkrarøkt
- Vegleiða og undirvísa starvsfólkum
- Hava samrøður við borgarar og avvarðandi
- Vegleiða lesandi
Førleikar
- Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Hevur góð evnir at samskifta
- Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Góðan telduførleika
- Koyrikort til persónbil
- Síggja møguleikar í broytingum, borgarum og starvsfólki at gagni
Setanar- lønarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til
Eisini ber til at senda umsóknina inni á starv.veks.fo
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 28. mai 2024 kl. 12:00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:
- Helfrid Poulsen, eindarleiðara, á tlf. 793259
Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo