Nú summarið er byrjað, heita vit á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki.
Tað er umráðandi fyri trygdina og trivnaðin, at runnar og annar vøkstur út móti vegi, skeltum, grannum og serliga vegamótum verður kliptur. Trøini skulu klippast heilt inn til mark móti almennum vegi. Um hetta ikki verður gjørt, kann arbeiðið verða gjørt fyri ánarans rokning.
Somuleiðis skalt tú altíð virða markið móti granna tínum. Vøkstur móti grannum skal klippast soleiðis, at hann ikki er til ampa. Góður siður er, at runnagirðingar ikki eru hægri enn 1,8 metrar. Kunnu tú og grannin semjast, kann hæddin vera tveir metrar. Nærri kunning sæst í faldara okkara.
Møguleiki er at fara í Skilagátt við greinunum og fáa tær maldar til spønir, sum tú kanst endurnýta í havanum. Ein sekkur av spønum kostar 30 krónir. Spønir skulu gjaldast á Kommunuskrivstovuni ella umvegis bankan. Hendan tænasta er einans fyri borgarar í Vestmanna Kommunu.