Aftur í ár verður skipað fyri vælumtøktu vestmannadøgunum. Teir verða frá hósdegnum 7. til sunnudagin 10. septembur 2023
Í ár verða nøkur nýggj og spennandi tiltøk á skránni, hóast sumt er afturvendandi, eitt nú grill við skúlan og hugnaligi morgunmaturin í ítrottarhøllini.
Sum nakað nýtt vera dagarnir deildir upp í økir. Vit kunnu nevna, at fríggjadagurin verður Inni á Fjørð og leygardagurin verður úti í bygdini.
Í løtuni verður arbeitt við fyrireikingum, og góð hugskot og fyrispurningar eru vælkomin. Hevur tú okkurt hugskot til tiltøk á teimum ávísu økjunum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Fríðu á telefon 770 108 ella skriva til frida@vestmanna.fo
Skráin verður kunngjørd seinni.
Myndin er frá setanini av vestmannadøgunum 2022, viðarlundin verður aftur karmur um tiltøk hósdag.