Nú styttist, til vit øll fara at vála.
Vit gleða okkum til at síggja tykkum øll.
Konsertirnar byrja stundisliga og varða umleið 30-40 min hvør.
Einans 200 atgongumerkir verða seld.
Skráin er hendan:
20:00 | MC Restorff í kirkjuni | 21:40 |
20:20 | Marianna Winter í Vektarbúðini | 22:00 |
20:40 | Eyðun Nolsøe í Disvoy | 22:20 |
21:00 | Marius Ziska á Staðnum | 22:40 |
21:20 | Vágaverk í Silkienni | 23:00 |
Á fyrsta konsertstaðnum, tú fert á, skalt tú vísa QR-kotu/atgongumerki, undantikið í kirkjuni. So fært tú eitt armband, sum tú skalt vísa á hvørjum konsertstaði.
Vit vóna, at øll fáa eitt hugnaligt kvøld.
Keyp atgongumerki her
M.C. Restorff
M.C. Restorff hevur í fleiri áratíggju skrivað, innspælt og útgivið gospeltónleik, sum føroyingar hava tikið til sín. Sangir sum “Føroyingar”, “Heldur Akker Títt”, “Meistarans Hond” og “Náðin frá tær” eru nakrir av sangunum, sum fólk kenna frá útgávum hjá M.C. Restorff.
Marianna Winter
Marianna Winter er eitt av teimum heilt spennandi nøvnunum í føroyskum tónleiki. Hon hevur eina heita, djassuta soulrødd, sum bæði er sterk, viðkvom og dragandi – ofta
alt í senn – men røddin er bert er toppurin av musikalska ísberginum. Marianna skrivar fangandi poppløg við modernaðari nostalgi, sjálvstilvitaðum humori og sálargranskandi tekstum, sum fanga tíðarandan og umskapa hann til nútímans tónlist. Tað eru sjáldsamir eginleikar, ið tala beinleiðis til ungdómin og óbeinleiðis til tey tilkomnu. saman við sær
hevur hon Ragnar Finnson á guitar.
Eyðun Nolsøe
Eyðun Nolsøe sum vit kenna frá Frændum og eisini sum solistur skrivað og sungið nógvar landaplágur – eitt nú “Mítt Land”, “Hvítar Flykrur”, “Dansa” og “80’ini”. So tað skal nokk blíva lív í á Disvoy.
Marius Ziska
Marius Ziska hevur í mong á verið ein av Føroya allar bestu sangarum og sangskrivarum. Saman við bólki sínum hevur hann spælt ein hóp av konsertum bæði í Føroyum og uttanlanda. Hann hevur vunnið FMA fyri bestu útgávu. Hann hevur eisini haft konsert saman við ongum minni enn Føroya symfoniorkestri. So gleð teg til at hoya Marius Ziska syngja og spæla mong av teimum hittunum, sum hann hevur ríkað Føroyar við.
Vágaverk
Har vera teir báðir Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall, ið fara at undirhalda, teir eru sera aktuellir. Jóan Jakku bleiv heiðraður á FMA tiltakinum í ár. Jóan Jakku og Sámal eru garvaðir tónleikarar, ið duga sera væl at framføra sangirnar, teir hava skrivað og spælt saman gjøgnum árini. Tað er skemt, lívsvísdómur og prik hvørt um annað í teirra frálíku sangum.