Vestmanna Kommuna er hart rakt av koronu í løtuni. Hetta er keðiligt fyri okkum øll, kanska helst fyri mongu børnini sum eru í sóttarhaldi, nú jólatræið skuldi tendrað og Jólamenninir skuldu koma á vitjan.
Vit vóna, at tíðin skjótt fer at koma, har korona ikki ávirkar okkum so nógv longur, og at øll sleppa at liva frítt aftur. Vegna koronustøðuna í løtuni, verður ikki skipað fyri savnandi tiltøkum, í samband við at jólatræið verður tendrað.
Kommunan pyntar tó til jóla sum vant. Stóra jólatræið á Reyða Torginum verður tendrað, perur verða hongdar upp og smá jólatrø verða sett upp eftir Bakkavegi.
Takk allir borgarar fyri tykkara tolsemi og forstáilsi í samband við íkomnu støðuna.