Ungdómshúsið Staðið leitar eftir nærlagdum, kreativum og lítargóðum starvsfólki at gerast partur av nýggja toyminum. Tú verður partur av einum spennandi og kreativum toymi, ið saman virkar fyri at betra um trivnaðin hjá børnum úr 4.-6. flokki. Undir tí nýggju verkætlanini Mentan sum klekingaramboð verður tú við at eggja og kveikja børnum og ungum at royna nakað, sum tey ongantíð hava roynt fyrr – fyri at røkka longri, enn tey áður hava gjørt.
Arbeiðistíðir og førleikakrøv
Vit leita eftir starvsfólki við sjóneykuni á teimum smærru (4.- 6. flokk), serliga leita vit eftir einum, sum tímir at gera ymiskt kreativt saman við teimum. Í fyrstu syftu er talan um ein dag um vikuna, 4 tímar frá 13.30 til 17.30 og møguleika fyri at hava nakrar vaktir um kvøldarnar saman við teimum ungu.
Øll skulu verða trygg á Staðnum, tískil vænta vit, at tú ert fyrikomandi, álítandi, skapandi, tolin og sjálvstøðug/-ur.
Viðkomandi royndir
Tað kann verða ein fyrimunur, at tú ert undir útbúgving sum t.d. námsfrøðingur- ella lærari. Ella at tú hevur arbeitt við kreativum verkstovum, eitt nú í kvøldskúlaskipanini. Men, tað mest týdningarmikla er, at tú tímir.
Høvuðsuppgávur
- Verða við til at skipa fyri kreativum verkstovum.
- Eggja børnunum at nýta verkstovurnar og tey høli, Staðið hevur.
- Verða nærløgd/nærlagdur – tú hevur ikki gloymt hvussu tað er at vera ung/ur, og ert til reiðar at møta børnum og ungum á opnan og fordómsleysan hátt.
- Saman við leiðaranum at skapa og menna eitt innihaldsríkt tilboð til børnini.
Lønarviðurskifti
Starvið er tímalønt og verður lønt sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag ella viðkomandi fakfelag. Setanarøkið er Vestmanna Kommuna og setanarstaður er Ungdómshúsið Staðið.
Starvið verður sett skjótast til ber, ella eftir nærri avtalu.
Spurningar?
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til ungdómsleiðaran Gabriel Sebastian Apetrei á telefon 770 161 ella teldupost gabriel@vestmanna.fo
Umsókn
Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum og møguligum viðmælum skal vera Kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 22. mai 2023 kl. 12:00.
Sendi umsóknina til starv@vestmanna.fo og viðmerk “Starvsfólk til Staðið”
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.