Fundurin verður í Sýsluni, Bakkavegur 20, 15. mai kl. 16.00. Evnið á fundinum er útskifting av bátabrúgvum.
Bátahylurin skal dýpast í summar. Um mánaðarskiftið mai/juni 2024 verður farið undir arbeiðið, og tá skulu allir bátar úr bátahylinum. Gomlu brúgvarnar skulu beinast burtur og uttasta brúgvin loysast, áðrenn sandbátur kann byrja at dýpa.
Vestmanna Havn hevur gjørt avtalu við Bátastevnunevndina, um at lata brúgvarnar liggja, tá Bátastevnan er liðug. Teir bátaeigarar, sum hava tørv á tí, kunnu leggja sínar bátar við brúgvarnar hjá Bátastevnuni, tá hendan er liðug. Allir bátar skulu vera farnir úr bátahylinum í seinasta lagi mikudagin 29. mai 2024.
Roknað verður við, at arbeiðið verður liðugt 1. septembur 2024.
Øll eru vælkomin á kunnandi fund í Sýsluni.