Vestmanna kommuna leitar í hesum døgum eftir agrýtnum og eldhugaðum leiðara til Ungdómshúsið STAÐIÐ.
Bygdarráðið ynskir at raðfesta tilboðið til børn og ung í bygdini hægri. Umframt karmar til hugnaliga, spennandi og mennandi samveru í frítíðini, er ætlanin, at STAÐIÐ skal verða ein klekingardepil fyri fjølbroyttari mentan, ímillum børn frá 4. flokki og tey ungu.
Førleikar og royndir
Tað verða ikki sett krøv til ávísa útbúgving, fyri at fáa starvið. Hóast ymiskar útbúgvingar kunna verða meira viðkomandi fyri starvið, verður dentur lagdur á tín hugburð, áhuga og agrýtni.
Leitað verður eftir einum skapandi, sjálvstøðugum, álítandi og ágrýtnum leiðara. Umráðandi er, at tú hevur nátúrligan mynduleika og trívist í einum fjølbroyttum gerandisdegi sum til tíðir eisini umfatar vikuskiftini. At tú tekur ábyrgd og ert blíður og fyrikomandi í samskiftinum við børnini og tey ungu.
Starvið
Leiðarin fyrireikar og myndar alt virksemið á Staðnum, og skal sum tað fyrsta, gera eina nýggja reglugerð fyri húsið, fyri at skapa tryggar karmar, har virðing fyri tí einstaka hevur hægstu raðfesting.
Setanartreytir og løn
Talan er um fulltíðarstarv. Starvið fevnir mest um kvøld- og vikuskiftisarbeiði. Lønin verður eftir avtalu, við støði í viðkomandi sáttmála.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini, hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn:
Umsókn saman við lívsrensli og viðkomandi prógvum verður at senda til runa@vestmanna.fo
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 21. oktobur 2022 kl. 12.00.
Meira fæst at vita:
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Rúnu Ingunardóttir, kommunuskrivara, á telefon 770 102 ella teldupost runa@vestmanna.fo