Kommunan hevur fingið fleiri fráboðanir seinastu dagarnar um trupulleikar av hundum, sum ganga leysir í bygdini.
Vestmanna kommuna heitir inniliga á hundaeigarar um at hava hundar sínar í bandi og vísir til galdandi lóggávu:
løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar, sum broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020 grein 3:
Ikki er loyvt at hava hund gangandi leysan á gøtu, vegi, breyt ella øki o.t., sum opin eru fyri vanligari ferðslu, uttan so at hann er havdur í bandi ella er við fólki, sum hevur fult ræði á honum. Hundur kann ikki sigast at hava ein leiðara, bert tí hann er undir eftirliti frá ánarans húsum ella vinnustaði. Verður hundur havdur í bandi, skal tað vera so stutt, at leiðarin hevur hann tætt inni at sær.