Mánadagin kl. 16 verður 1. Mai-hald á Reyða Torginum í Vestmanna.
Røðarar verða tey trý, Øssur Winthereig, Magna Eliana Mørkøre og Marita Rasmussen.
Øssur er journalistur. Hann hevur verið næstformaður í Starvsmannafelagnum og í Miðlafólkafelagnum og var tíðindaleiðari í sjónvarpinum. Seinastu árini hevur hann mest arbeitt sum fríyrkisjournalistur.
Magna er sjúkrarøktarfrøðingur á eldraøkinum í VEKS og hevur master í heilsuvísindi.
Marita er fiskivinnufrøðingur, var stjóri í Vinnuhúsinum í nógv ár og er nú stjóri á Havstovuni.
Vestmanna Hornorkestur spælir Internationala og Tjóðsangin. Fundarleiðari verður Páll Hellu, formaður í Vestmanna Arbeiðarafelag.
Eftir fundin á Reyða Torginum bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag ein drekkamunn og hugnaprát í felagshølunum beint við.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Vit sum fyriskipa eru Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag og Norðstreymoyar Javnaðarfelag.