Mánamorgun, 21. november 2022, verður Fjalsvegur klárur til almenna koyring
Arbeiðið á vegnum byrjaði fyri meira enn hálvum øðrum ári síðan. Sjálvt um arbeiðið hevur tikið longri tíð enn ætlað, eru vit fegin um, at endiliga kunna koyra eftir Fjalsvegi, og vónað verður, at hendan farleið fer at gera ferðsluna í bygdini lættari hjá øllum borgarum.
Vit takka íbúgvunum á Fjalsvegi fyri tolsemið og samstarv, og vit takka Articon fyri eitt væl úr hondum greitt arbeiði.
Vegna Vestmanna Bygdarráð, ynski eg øllum vestmenningum hjartaliga til lukku við hesi nýggju farleið.
Anja Haldansen
Forkvinna í Teknisku nevnd