Sermerktur bonkur settur upp á Reyða Torginum í Vestmanna. Á bonkinum stendur skrivað:
Visti tú, at altsamt fleiri fáa demens, eisini á yngri árum?
Latið okkum í felag menna einar demensvinarligar Føroyar!
Tað er Alzheimerfelagið, sum hevur framleitt benkurnar í samstarvi við Tekniska skúla í Klaksvík. Ætlanin við bonkinum er, at hann skal leggja upp til prát um lívið við demenssjúku, og fyri avvarðandi at hugsa um minniligar løtur.
Bonkurin er væl úr hondum greiddur, og serstakt er, at stellið á bonkinum ímyndar lillalittu Alzheimersløjfuna, sum er eyðmerkið fyri Alzheimer og aðrar demenssjúkur.
Saman við Alzheimerfelagnum vónar Vestmanna kommuna, at minnisbonkurin verður væl móttikin og verður til gagns fyri øll.