Vestmanna Bygdarráð hevur sett Morten Hust Petersen í starvið sum leiðari fyri dagstovnaøkið í Vestmanna.
Morten Hust Petersen er 46-ára gamal og útbúgvin námsfrøðingur við ítrótti sum sergrein frá Námsfrøðiskúlanum í Esbjerg. Harafturat tekur hann diplomleiðaraútbúgvingina.
Morten hevur drúgvar royndir sum námsfrøðingur, bæði við børnum við serligum tørvi, vøggustovu og barnagarðsbørnum umframt børnum í frítíðarskúla.
Morten hevur arbeitt sum pedagogur síðani 1996. Frá 2008 – 2013 var hann leiðari av bústaðnum Rásini, ið er fyri ung við menningartarni. Tey síðstu fimm árini hevur hann verið leiðari á frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt, ið leggur dent á rørslu av ymsum slagi.
Morten byrjar í starvinum 1. september 2021.