Nógv fólk vóru samankomin á Reyða torginum á flaggdegnum.
VÍF skipaði fyri skrúðgongu, Vestmanna Hornorkestur spældi, Janus úr Dímun flutti fram røðu, vit sungu felagssang og runnu flaggdagsrenning.
Stóra takk fyri ein hugnaligan dag øll somul, bæði øll tit, sum skipaðu fyri og tit, sum vóru gestir.
Ditte Mathilda Joensen tók myndir av løtuni. Myndafrásøgnin er niðanfyri flaggdagsrøðuna sum Janus úr Dímun flutti fram.
Góðu áhoyrarar, vestmenningar
Flaggdagur er, og runt um í landinum koma fólk saman at hoyra røður og horntónleik, sang og annað gott, og heiðra okkara Merki. Okkara Merki, sum er 105 ára gamalt, hevur síðan seinna heimskríggj verið okkara ímynd, okkara samleiki her í landinum.
Hvat setur mann í samband við Flaggdag? Hvørji eru tykkara minnir um henda dag?
Í mínum barndómsheimi høvdu vit flaggstong í garðinum. Tað forpliktar, sum tit vita, og var flaggdagur ella einhvør annar merkisdagur heima hjá okkum, so var stongin reist og flaggið hejsað. Onkrar dagar á hálva stong og aðrar á fulla. Eg skilti ikki rættiliga hetta við hálva og fulla stong, men visti tó, at annað var gott og hitt minni gott.
Eg minnist væl EIN flaggdag. Tá var eg barn. Gestir vóru komnir at vitja. Vit børnini høvdu í ófarakæti tuskað ein tarv so illan, at hann breyt eitt stórt liða í bøgarðin. Minnist, at vit lótu gomlu tíkina hjá abba í eina reyða troyggju og tveitti hana inn á stykkið, har tarvurin gekk. Hugskotið hava vit fingið úr onkrum teknifilmi.
Um tarvinum ikki dámdi troyggjuna ella hundin veit eg ikki, men ørur bleiv hann. Og tá so tíkin leyp um garðin, kom tarvurin sama veg. Tó ikki upp um, men gjøgnum garðin. Vit blivu kløkk og skiltu, at her var alvor í. Róp kom í. Abbin kom og fekk skil upp á tarvin, og mamma okkara skil upp á okkum.
Tá var tað ikki sum Heðin Brú yrkti ”Fámæltir fedrar meg aldu.” Skeldið, vit fingu, fekk tár at trilla, og aftaná henda umgangin vóru eg og systir mín samd um, at nú skuldi flaggið í hálva stong. Og vit so gjørdi. Nú var tað ein ringur dagur.
Seinni, tá bollar og kaka kom á borðið, angraðu vit okkara gerð, og flaggi kom aftur í fulla stong. Nú var aftur gott.
Brá er barnalund, og vit, við okkara barnalyndi, skiltu nú munin á hálvari og fullari stong.
Úr flaggsøgu okkara, fari eg at nevna tvær søgur. Tær eru sagdar fyrr, onkur her man kenna tær.
Niels Mørk, úr Sandvík, førdi sluppina ”Vestmanna”, hjá Mortensen í Vági. Kvøldið fyri at farast skuldi á Suðurlandið, komu teir ásamt um, at heysa føroyskt flagg, tá teir fóru avstað. Tað var ikki gjørt fyrr. Niels bað reiðaran um loyvi, men fekk onki greitt svar.
Tá teir morgunin eftir, gera klárt at fara út, bant Niels føroyska flaggið í flagglínuna. Boð fóru tá frá sýslumanninum til reiðaran, ið sendi boð oman á ”Vestmanna” um at taka flaggið niður. Niels helt uppá sítt og læt flaggið hanga.
Syslumaðurin sendi politistar oman við boðum um at strúka flaggið. ”Strúka flaggið”, sigur Niels Mørk, ”tað kann eg ikki, tí eg havi onki strúkijarn umborð”. Flaggið bleiv hangandi tann dagin. Niels Mørk var helst hin fyrsti at hava føroyskt flagg á deksfari. Hetta var, tá hann í oktober í 1922 fór við motorbátinum ”Tórgrími” til Tvøroyri, eftir brúður síni.
Hin søgan er um skiparan Óla Jákup í Skálum, í Vestmanna. Hann var tann fyrsti at hava føroyskt flagg í mesan-mastrini. Hann keypti sluppina Neptun og var hann fyrsti reiðari og skipari at flagga við føroyskum flaggi. Hetta hevði hann til vana, tó at tað mundi volda honum trupulleikar, og onkrar bøtir eisini.
Hetta var áðrenn seinna heimskríggj. Sum vit vita, so broyttist støðan við føroyska flagginum tá, og føroyingar høvdu, tá kriggið endaði, eitt galdandi flagg
Umframt at 25 apríl er flaggdagur, er hetta samstundis tann tíð á árinum, sum er hugaligast her á landi.
Her, síðst í apríl, er várið um at koma í hæddina, og vit eru leys av veturinum.
Í urtagørðum spírar og sprettir, og umframt tann vøkstur man ynskir sær, so nælir nú eisini tað óynskta. Tann bøur, sum bleiv sligin ella bitin í fjør, er nú farin at grønka. Á einum stykki sæst eitt gásapar við ungum, og okkurt heimalamb stendur í tjóðri.
Hjá teimun, sum fáast við mold og gróður, skuldi váringin verði liðug nú, og klárt er at sáa og seta niður. Onkur hevur velt sær eitt rótakál, og ein annar loyst sær flag til eplaveltu. Álmanakkin heldur seg vita, at eplini skulu í jørðina 17 apríl. Summi kenna seg tryggari við at bíða til mánaðarskiftið ella seinni. Frosturin kann koma í.
Lembingin fer nú at byrja, tó at tey fyrstu lombini kunnu vera komin fyri nøkrum vikum síðani. Henda tíðin er hugalig, men eisini nervapirrandi hjá teimum, sum fáast við seyðahald. Veðurlagið hesa tíðina hevur alt at siga. Kemur ein lambaspræni, hetta ilsliga veðrið við vátakava og vindi, er skjótt at missa lomb. Og er áhaldandi kuldi og ongin gróður, kunnu ærnar fáa afturstig og missa mjólkina.
Eitt annað vártekin eru kappróðrarbátarnir, sum nú síggjast á firðum og vágum, runt um í landinum. Gamalt var at bátar blivu flotaðir 25 apríl, men seinastu árini, hava feløgini loyvt manningunum at fara út fyrr upp á árið. Um veðrið er til tað. Rógvarin hevur teir dagarnar ein møguleika at styrkja kroppin, lagaliga, til komandi summarið. Rógvarin, sum hevur vant sær kroppin til komandi harða arbeiðið gjøgnum veturin, gleðir seg, sum vera man, at seta seg á bekkin og siga farvæl við rógvimaskinina. Rógvimaskinan er ein av teimum hentastu amboðnum til henda ítrótt, men ein og hvør, sum hevur róð kapp, veit, at onki er sum at sita umborð.
Hondbóltsárið fer nú skjótt í dvala, meir ella minni, og hjá teimum yngru er nú stegður í, til komandi heyst. Hetta kappingarárið hevur givið okkum mangar løtur at minnast á, tá dystir hava verið spennandi, ella vit hava upplivað gott spæl og samanhald. Onkran dag vunnu vit, og onkran dag taptu vit.
Eg eri tilflytari her í bygdini. Eg havi ikki havt tilknýti til hondbólt fyrr enn eg kom her. Eg síggi, at hondbólturin er ein hornasteinur í Vestmanna og er nakað, sum knýtir bygdina saman og gevur okkum samanhald og styrkir samleikan. Hetta kemur ikki av sær sjálvum. Her eru eldsálir, sum brúka nógva tíð upp á ítróttin. Umframt spælarar og venjarar, sum hava sína dagligu gongd í høllini, eru eisini ein hópur av fólki, sum eru rundan um felagið. Tey bera felagið og eru ryggradin hjá Víf. Uttan tey var einki felag.
Nú er ymiskt nevnt av tí meira siðbundna, sum fólkið her um leiðir fæst við, og sær eitt virði í. Nógv annað kundi mann nevnt: Ídnaður og framleiðsla, grøn orka, fiskiskapur og útróður, skorar og feitilendi, haruskjóting, tónleikur, kirkja og skúli, telving, dansur og mangt annað afturat.
Vit eru so heppin í Føroyum, at higar koma tilflytarar úr nógvum heimsins londum. Og hvør í sær koma tey við sínari mentan og siðvenjum og leggja afturat okkara heimligu mentan. Vit fegnast um tað, tað ríkar landið. Og vit læra tey okkara siðvenjur soleiðis, at tey koma at kenna seg sum føroyingar og kenna seg at passa inn. Hetta er umráðandi, tað vita vit.
Okkara mentan, okkara siðvenjur, okkara mál er tað, sum ger okkum til eina tjóð. Vit eru einans 54000 menniskju í landinum. Tað er ein lítil bygd í alheims høpi. Standa vit ikki saman um okkara, so ”bestanda” vit ikki. Vit skulu verja okkara. Men hetta merkir ikki, at vit avbyrgja okkum, tí uttan nýtt uttanífrá, følna vit við tíðini burtur.
Umráðandi er, at vit læra okkara børn og ungdóm, hvat tað er at vera føroyingur. Vit fáa, dag og nátt, slongt alskyns inntrykk í høvdið, gjøgnum ta tøkni, vit hava fingið. Henda tøkni er veldugur hentleiki, og vit vildu ikki verið tað fyri uttan. Tíverri fylgir so mangt annað við, sum vit ikki kunna frávelja. Ávirkanin, vit fáa gjøgnum netið, er stór. Tað vísir seg oftast at vera kapitalisma, sum skipar fyri hesum, og ikki góðskutilvitan.
Tí er tað umráðandi, at fólkið á einum stað, leggur í sín ungdóm og síni børn, tey virðir og vanar, sum eru á staðnum. Sumt av hesum verður varandi og annað dettur niðurfyri. Soleiðis eigur tað at vera.
Øll hava vit okkara skyldur. Fyrst og fremst mótvegis familjuni, síðani bygdini ella býnum har mann býr, og síðst men ikki minst heimlandinum.
Við hesum í huga, fari eg til endans at lesa brot úr yrking hjá H.A. Djurhuus, ”Prúða land mítt”.
”Prúða land mítt, tær sum havi kvøðu ber, fríða land mítt, altíð mær í huga ver !
Armin mín ger stinnan eins og herðað stál; al tær bestu kenslur upp í míni sál.
Lær meg fram um alt at gloyma meg og mítt, tá tað ræður um at verja merki títt, lat meg teljast millum teir, ið berjast tá, aldri víkja tínum fagra merki frá”
Janus úr Dímun