Í annaðkvød verða nógv ung at síggja í Vestmanna. Tiltakið sum SSP- bólkurin í VEKS skipar fyri, er bæði rúsdrekka- og rúsevnisfrítt. Eitt tiltak har tey ungu hava møguleika at hugna sær og savna góð minni saman.
Á skránni er hugni, livetónleikur, spurnakapping o.a.
Tiltakið er eitt tilboð til næmingar í 7. og 8. flokki í VEKS (Vestmanna, Eiði, Kvívík og Sunda kommunu). Bussar koyra næmingar úr heimbygdini til Vestmanna og heimaftur.
Náttin er ung byrjar kl. 19:00 í Silkienni og endar kl. 23:30