Nú er seinasta vika av Rørslureikan 2022 og nógv áhugavert er á skrá. Til dømis gongutúrar, havdypping, plantusøla og gummibátakapprógving.
Nakrar broytingar eru eisini, sí skránna herundir.
Aftur í ár hevur Vestmanna kommuna sett sær fyri, at heilsan hjá borgarum skal raðfestast hægri í mai. Allan mai mánað verða tiltøk á skránni, har dentur verður lagdur á bæði likamligu og sálarligu heilsuna hjá borgarum í Vestmanna, og tað er borgarin, sum sjálvur ger av, hvussu virkin og hvørji av tiltøkunum og heilsutilboðunum passar viðkomandi best.
Skráin er dagførd tann 20.05.22