Blikkamenninir seta blikk upp sum vant og Kommunan fer at skjóta fýrverk kl 23:30. Fýrverkið verður sum vant skotið á keiini við Havnaskrivstovuna, har tað sæst væl úr allari bygdini.
Vanliga skipar Vestmanna Kommuna fyri felags nýggjarshaldi við kyndlagongu, báli og fýrverki. Aftur í ár er felags nýggjarshaldi tó skert vegna koronutilmælini. Hetta merkir, at tað ikki verður skipað fyri kyndlagongu í ár.
Vit vóna, at vit skjótt kunnu samlast aftur til felags tiltøk.
Vestmanna Kommuna ynskir tykkum øllum eitt gott nýggjár.