Vestmenningur kemur til Vestmanna leygardagin tann 19. februar 2022. Í tí sambandi verður skipað fyri móttøku á kaiini kl. 15.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Vestmanna Kommuna fegnast um, at eitt nýtt skip nú kemur til bygdina og ynskir eigarunum hjartaliga til lukku við skipinum og blíðan byr framyvir.
Tað er Vestmanna Fiskavirki, sum hevur keypt uppisjóvarskipið Christian. Skipið hevur fingið navnið Vestmenningur og fer til fiskiskap í vár.