Vesturbúgvin kemur á Vestmanna í dag tann 6. mai 2024. Í tí sambandi verður skipað fyri móttøku á kaiini kl. 18.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Vestmanna Kommuna fegnast um, at eitt nýtt skip kemur til bygdina og ynskir eigarunum hjartaliga til lukku og blíðan byr.
Tað er partafelagið Vesturbúgvin, sum hevur keypt skipið.
Skipið hevur fingið navnið Vesturbúgvin og fer til fiskiskap í næstum.