Eins og undanfarnu ár varð skipað fyri átakinum ”Ung í arbeiði” í Vestmanna kommunu. Arbeitt var í viku 26, og vóru tað 10 raskir ungdómar, sum hesa ferð vóru við til at fríðka um í kommununi.
Okkara ungu hava millum annað arbeitt saman við grøna toyminum og fríðkað um ymisk økir í bygdini, onkur hevur verið Inni á Fjørð og ruddað kajøkið, nú arbeitt verður við at fáa nýggjar bátabrúgvar í Vestmanna. Eisini hava nøkur arbeitt í viðarlundini saman við Finnboga, tí grøna manninum. Toymið í viðarlundini endaði arbeiðsvikuna við vælsmakkandi pannukøkum, sum Finnbogi bjóðai teimum í hugnaligu viðarlundasmáttuni.
Arbeiðið hjá arbeiðsmonnunum var væl skipað til vikuna, og arbeitt varð væl og miðvíst.
Vestmanna kommuna vil við hesum takka okkara ungu fyri gott arbeiði.