Tryst á pílin fyri at hoyra røðuna hjá Paula T. Petersen, borgarstjóra frá Orkutinginum sum varð 21. juni 2022.
Útbyggingar til grøna orku hava leingi verið partur av føroyska kjakinum og politikkinum.
Nú verður ein gomul ætlan um at byggja eina pumpuskipan í Heygadali møguliga til veruleika. Vit skulu verða frí av fossilum brennievnum á landi í 2030 og krevur hetta sjálvandi nógvar útbyggingar í nærmastu framtíð.
Eg vænti, at flestu vestmenningar eru glaðir um, at vit nú endiliga kunnu síggja fram til at blíva grøn á landi í 2030.
Vestmanna er tann bygdin í Føroyum, sum hevur latið nógv mest lendi til grøna orku. Tað sæst eisini týðiliga, tá ið mann kemur til bygdina. Vit hava fýra byrgingar til vatnorku, eina vindmyllulund, tvær pumpustøðir, Vestmannasund verður brúkt til royndir innan sjóvarfalsorku og tað nýggjasta er nú ein pumpuskipan.
Jú, borgarin leggur stór náttúruøki í síni heimbygd tøkt til hesar verkætlanir. Hvat fær borgarin afturfyri kundi man eisini spurt seg sjálvan. Svarið er einfalt, einki.
Í 80’unum høvdu vit umsitingina av SEV í Vestmanna, men hon varð flutt í 90’unum.
Vit hava mist ótrúliga vøkur náttúruøki, vit síggja stór sjónlig árin á okkara bygd og vit fáa ikki farið til útróðrar, sum vit plagdu. Hví alt hetta? jú vestmenningar hava altíð duga at sæð framburð í øllum og ikki minst innan orku.
Við hesi nýggju pumpuskipan hevur SEV søkt umhvørvisstovuna, at sleppa at leggja nærum 400 kubikk út í náttúru okkara, so hon enn einaferð skal skerjast fyri sín vakurleika.
Tað er avgerandi, at lokalsamfeløgini verða tikin við upp á ráð í sambandi við lokalar orkuverkætlanir, soleiðis at tey eisini fáa sín ognarlut í teimum so ella so. Ein partur av yvirskotinum, sum kemur frá grønum orkuútbyggingum, skal fara sum fíggjarliga kompensatión til lokaløkið og teir borgarar sum her búgva.
Áðrenn eg fari at enda, fari eg at heita á allar kommunur í Føroyum, at leggja eitt uppskot til aðalfundin hjá SEV um, at fylgja grein 1 í viðtøkunum hjá SEV, har tað stendur, at heimstaðurin hjá SEV er í Vestmanna.
Vestmanna hevur altíð verið primus motor í grønum orkuútbyggingum. Í Vestmanna byrjaði alt og bygdin kemur framyvir eisini at vera høvuðsorkumotorurin fyri føroyska samfelagið.
Orðatakið sigur, at tann, ið gevur, hann fær. Men hjá okkum í Vestmanna er tað stikk mótsatt; tann, ið gevur, skal geva meir, uttan at fáa.
Pauli T. Petersen, borgarstjóri
Hoyr alla røðuna í ljóðfíluni omanfyri.