Nú nýtist tú hvørki at hugsa um bíðirøðir ella upplatingartíðir, nú er pakkaboks eisini sett upp í Vestmanna.
Pakkaboksin stendur á Magn støðini, sum er opin hvønn dag.
Vestmanna kommuna vil fegin takka Súsonnu Danielsen og Anju Eydnudóttir, eigarar av Magnstøðini í Vestmanna, fyri sýnda samfelagssinn.
Vestmanna kommuna ynskir tænastuni hjartaligari vælkomnari, hettar verður heilt vist ein góð tænasta.
Á Posta siga tey, at endamálið við tænastuni er at sendingar, sum tey ikki sleppa av við, serliga heilivágur, verður lagdur í pakkaboksina ístaðin, umframt at gjørligt verður at senda pakkar tann vegin.
Nærri kunning fæst á heimasíðuni hjá Posta – Pakkaboksir (posta.fo)