Drúgv tíð er liðin, síðan gamla graslíkið varð tikið oman av plenuni oman fyri skúlan á Kongsteigum, tí at tað var í so ringum standi – og nógv hevur verið spurt um, nær nýtt graslíki fór at vera lagt á. Men nú er umsíðir nýtt graslíki lagt á Plenuna. Undirlagið er gummiasfalt, sum bæði virkar stoytdoyvandi og drenar vætu burtur. Omaná gummiasfaltið er lagt graslíki við sandi í. Plenan er liðug, so nú kunnu ung sum eldri hugna sær við bóltspæli ella øðrum har.
Deil hetta