Nógvur kavi er komin niður og tað kavar framvegis.
Vestmanna kommuna hevur tvær maskinur til kavagrevstur, onnur maskinan er tíverri í ólagið. Hetta ger tað serliga trupult hjá kommununi at koma runt í bygdini. Tí eru ráðini at vit onnur koyra sum minst í býgdini, soleiðis at tað ber maskinførarunum betur til at koma runt.
Bilar standa eisini fastir og hettar ger tað uppaftur torførari at grava.
Heitt verður á borgarar um ikki at koyra óneyðugt í bygdini í dag tann 9. mars 2023.