Tað skal eitt serligt dirvi til at bróta upp úr nýggjum og ganga leiðir, har eingin hevur slóðað fyri.
Og tað krevur tol at síggja ítøkiligu úrslitini, sum altíð byrja við einum stórum dreymi.
Í førinum hjá Faer Isles Distillery fær hugtakið tol ein heilt nýggjan týdning. Tá ið úrslitið av tí arbeiði, tú leggur alla orku í, fyrst sæst aftur nógv, nógv ár seinni, skalt tú av sonnum hava Jobs tol.
—- —- —-
Tað sigst, at tað er gott at hava tol, tá ið man er í Vestmanna, so í so máta, hava tit funnið rætta staðið at brenna whisky.
Ikki veit eg nógv um hesar gyltu dropar, men mær er sagt, at umstøðurnar at búna whisky í Føroyum eru sera góðar vegna váta, salta og samstundis støðuga veðurlagið.
Og meðan umstøðurnar at búna tykkara vøru eru av teimum bestu í Føroyum, so vilja vit sum kommuna til allar tíðir rúmka ræsurnar hjá teimum, sum blása lív í nýtt virksemi. So eisini á tí økinum skulu umstøðurnar vera góðar.
—- —- —-
Síðani felagið varð stovnað, er nógv hent. Lív er aftur komið í henda bygningin, og í Kvívíkshaganum eru tit farnir undir goymslubygningarnar.
Tað er altíð hugaligt at síggja ljós og fólk til arbeiðis, og tí fegnast kommunan eisini um nýggja virksemið Inni á Fjørð.
Seinastu tíðina er bæði útgerðin til framleiðslu sett upp, og hølini til vitjandi riggaðið til. Hetta boðar alt frá eini spennandi tíð fyri framman.
Nógvir arbeiðstímar eru farnir í hesa stóru verkætlanina, og tað krevur eisini stóra fíggjarliga orku at byggja alt hetta upp frá ongum.
Umframt nakrar størri íleggjarar og øðrvísi fíggingarleistin við nógvum smærri íleggjarum – fleiri teirra eisini stovnandi limir – er ætlanin at hækka partapeningin.
Hetta sigur ikki so lítið um, hvussu stór verkætlanin er.
Afturat neyðuga fígging, skal ein heilt serligur vilji til at fáa einhvørja nýhugsan at gerast veruleika. Leiðin fram ímóti hesum degi – kann eg hugsa mær – mangan hevur verið strævin og avbjóðandi.
—- —- —-
Bæði mentanarlig og vinnulig íverksetan er sera umráðandi. Tí støðug nýhugsan krevst fyri at kommunur og land kunnu mennast.
Mær hevur altíð dámt so sera væl eldhugað og ágrýtin fólk, sum duga at síggja nýggjar møguleikar, og sum hava dirvi til at seta nógv í váða.
Tað er, sum orðatakið sigur:
Tann, sum altíð kannar eftir vindinum, kemur ikki til at sáa; og tann, sum altíð hyggur eftir skýggjunum, kemur ikki til at heysta.
—- —- —-
Nógvar urtir, tari og annað lívrunnið fer í droparnar í hesum hølunum. Og tí havi eg hug at enda við einum ørindi, sum Karsten Hoydal, abbi ein av stovnarunum, yrkti.
Kanska nøgd av blómum tá
fært tú saman strevað
nógvar ferðir fagrari
enn nakar kann tær geva.
Tit eru nú komnir væl áleiðis at byggja nakað púra nýtt upp, og skal eg við hesum fáu orðum ynskja tykkum blíðan byr og hepna hond, nú tit eru farnir at sáða og allar bestu eydnu við heystingini, tá ið tann tíðin kemur.
Bjørg á Rógvi
borgarstjóri