Atgongumerkjasølan til Rokk í Vestmanna er byrjað. Til ber at keypa atgongumerki við at trýsta her .
Fram til 31. juli kosta atgongumerkini 200 kr. Frá 1. august og til 17. september kosta tey 250. kr.
Á konsertini, sum verður leygarkvøldið 19. september 2020 luttekur kendi íslendski bólkurin Dúndurfréttir og føroysku Hamradun og Deiggj.
Kl. 20.00 seta Hamradun við sínum serstaka dámi hol á rokkkvøldið við kendu føroysku kvæðunum, ið teir hava umskapað við teirra heilt serliga sálarríka framferðarhátti.
Kl. 22.00 trína íslendsku Dúndurfréttir á pall við sínu heimskendu cover útgávu av Dark Side of the Moon hjá Pink Floyd. Dúndurfréttir hava áður verið í Føroyum og spælt, men hatta verður fyrsti møguleikin at uppliva teir í Vestmanna, til hetta heilt serliga rokkkvøldið! 2 vikur eftir rokkkvøldið í Vestmanna, venda Dúndurfréttir nøsina heimaftur til Íslands fyri at spæla eina útselda konsert í Harpuni í Reykjavík, har kenda fløgan Abbey road hjá The Beatles verður hátíðarhildin, á sínum 50 ára føðingardegi.
Kl. 00.00 kemur bólkurin Deiggj á pallin. Deiggj hevur áður skipað fyri sonevndum Uriah Heep fjepparakvøldum ymsastaðni í Føroyum. Áhugin fyri hesum kvøldum hevur verið sera stórur kring alt landið og ikki minst til tey sonevndu ”Easy livin´ við Gjógv” tiltøkini. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Deiggj spæla við Dúndurfréttir. Teir hava fyrr spælt saman í Dansifrøi til eitt sera vælumtókt 70´ara kvøld.