Í samband við Vestmannadagarnar, ið vera í Vestmanna í døgunum 14. til 20. september verður stór rokkkonsert leygarkvøldið 19. september. Talan er nevnliga um eina konsert við føroysku Hamradun og Deiggj, umframt kenda íslendska bólkinum Dúndurfréttir.
Hamradun fer við sínum serstaka dámi at seta hol á rokkkvøldið við kendu føroysku kvæðunum, ið teir hava umskapað við teirra heilt serliga sálarríka framferðarhátti.
Síðani trína íslendsku Dúndurfréttir á pall við sínu heimskendu cover útgávu av Dark Side of the Moon hjá Pink Floyd. Dúndurfréttir hava áður verið í Føroyum og spælt, men hatta verður fyrsti møguleikin at uppliva teir í Vestmanna, til hetta heilt serliga rokkkvøldið! 2 vikur eftir rokkkvøldið í Vestmanna, venda Dúndurfréttir nøsina heimaftur til Íslands fyri at spæla eina útselda konsert í Harpuni í Reykjavík, har kenda fløgan Abbey road hjá The Beatles verður hátíðarhildin, á sínum 50 ára føðingardegi.
Kvøldið endar við bólkinum Deiggj, ið áður hevur skipað fyri sonevndum Uriah Heep fjepparakvøldum ymsastaðni í Føroyum. Áhugin fyri hesum kvøldum hevur verið sera stórur kring alt landið og ikki minst til tey sonevndu ”Easy livin´ við Gjógv” tiltøkini. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Deiggj spæla við Dúndurfréttir. Teir hava fyrr spælt saman í Dansifrøi til eitt sera vælumtókt 70´ara kvøld.
Atgongumerki til kvøldið vera sett til sølu fyrsta dagin, og fara at kosta 200 kr fram til 1. august, og eftir tað kosta tey 250kr.