Vestmanna kommuna søkir eftir roknskaparleiðara at byrja 1. mars 2024.
Talan er um eitt sjálvstøðugt og fjøltáttað starv, har tú sum roknskaparleiðari kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við stovnar í kommununi og politiska myndugleikan.
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a., at:
- gera fíggjarætlan, mánaðarroknskap og ársroknskap
- umsita dagliga bókhaldið, roknskapararbeiðið og fyrifallandi skrivstovuuppgávur
- gera tilfar til politiska viðgerð
- ráðgeva bygdarráðnum í fíggjarligum spurningum
Vit ynskja okkum, at tú:
- hevur viðkomandi útbúgving og/ella royndir innan roknskap, bókhald og fíggjarstýring
- hevur góðar førleikar innan kunningartøkni og til amboð innan roknskaparstýring
- dugir væl at samskifta á føroyskum, bæði í skrift og talu
- tolir skiftandi arbeiðstrýst
- ert ágrýtin og arbeiðir miðvíst og málsøkið, dugir væl við fólki og hevur evni og hegni at arbeiða sjálvstøðugt eins væl og í toymi.
Roknskaparleiðarin arbeiðir við skipanum í Búskaparskipan Landsins, Nema Løn, Lundan og Nema Tíð.
Setanarviðurskifti
Starvið sum roknskaparleiðari verður lønt sæmbært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið. Bygnaðarliga er starvið skipað undir kommunuskrivaranum.
Starvsbyrjan er 1. mars 2024, og starvsstaðurin er á kommunuskrivstovuni á Bakkavegi 8, Vestmanna.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Súsonnu Thastrup, fíggjarleiðara, á tlf. 770103 ella á telduposti st@vestmanna.fo
Skrivlig umsókn við prógvum og lívsrensli skulu sendast til input@input.fo í seinasta lagi 2. januar 2024.
Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.
Um Vestmanna kommunu
Roknskaparleiðarin verður partur av umsitingini, og tí er neyðugt, at tú tekur lut í arbeiðinum á skrivstovuni.
Vestmanna kommuna er næststørsta kommuna á Streymoynni. Kommunan er virkin og strembar eftir at skapa bestu fortreytir fyri borgaran, vinnulívið og frítíðarvirksemið. Vit ynskja eina kommunu, ið er savnandi, og at her skulu øll hava bestu fortreytir at virka og búleikast.