Nú koronutølini fyri Norðurstreymoy eru vorðin støðug, verður kanningarmiðstøðin í Vestmanna niðurløgd.
Seinasta koronukanning í Vestmanna verður fríggjakvøldið 17. desember 2021 kl. 17:00 – 19:00 í Mihøllini:
Bílegg kanning á korona.fo.
Vestmanna Kommuna og Kvívíkar Kommuna vilja hervið takka koronutoyminum fyri teirra góða arbeiði.
Kanningar í Vestmanna vóru bert, í meðan smittutrýstið var so høgt í Norðurstreymoy.
Í mun til komandi kanningar vísa vit til kanningar hjá korona.fo.
Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru.
- Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu.
- Hosta og njós í ermuna – ikki í hendurnar.
- Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.
- Hav gott reinføri bæði heima og til arbeiðis.
- Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.
- Minst til altíð at halda frástøðu.
- Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava.
- Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á koronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.