Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi, til Heimatænastuna í VEKS, at seta skjótast til ber.
Talan er um eitt nýtt og spennandi starv, har tú arbeiðir í toymi saman við sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara, ergoterapeuti og demenssamskipara.
Starvsbrøkur 1,0 – ella eftir avtalu.
Starvið er í dagvaktum, gerandisdagar.
Arbeiðsstaður
- Er á/út frá Røktarheiminum á Mørkini í Streymnesi. sum eisini fevnir um útiøkið í bygdunum í Sunda Kommunu, á Streymoynni. Klinisku sjúkrarøktarfrøðingarnir í hesum øki, hava skrivstovu á Mørkini.
Tínar arbeiðsuppgávur vera í høvusheitum:
- At veita kliniska sjúkrarøkt
- Gera røktagongdir til bogarar í økinum
- Miðla og fylgja upp á røktargongdir
- Palliativa sjúkrarøkt
- Vegleiða og undirvísa starvsfólkum
- Hava samrøður við borgarar og avvarðandi
- Vegleiða lesandi
Førleikar
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Góðan telduførleika
- Megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn
- Hevur góð evnir at samskifta
- Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Koyrikort til persónbil
Vit vænta at tú hevur áhuga at arbeiða innan eldraøkið, hevur áhuga at arbeiða við røktargongdum og hevur áhuga í at viðvirka til at menna røktina til eldri.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við arbeiðsstaði út frá omanfyri nevndu støðum.
Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til
ella
Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
FO-350 Vestmanna
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. oktobur 2022 kl. 12:00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:
- Anniku Torbjarnardóttir, eindarleiðara á Røktarheiminum á Mørkini, á tlf. 793251
Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.
Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo