Í Vestmanna hava vit nógvar søguligar býlingar. Søgur úr hesum býlingum er søgur og hendingar, ið ikki mugu hvørva, men liva víðari sum ein mentanarligur partur av fólkinum, ið her býr. Tí eru sett upp skeltir í bygdini, sum siga frá hesum.
Tey skeltir, ið eru sett upp, eru á Deild, í Skálum, á Rógvu og á Heygum. Í næstum koma trý skeltir upp afturat og vera tey í Gørðum, í Toftum og á Fitjum.
Vilt tú vita meira um býlingarnar, kanst tú lesa um teir her: