Vestmanna kommuna skipar fyri nýggjárshaldi við kyndlagongu, báli og fýrverki.
Kl. 19:30
Byrjar kyndlagongan við ruskplássið Skilagátt, og ganga vit framvið heiminum á Grønanesi oman á kaiina, har bálið verður tendrað.
Vit syngja sálmin “Tíðin rennur sum streymur í á”.
Kl. 23:00
Byrja blikkamenninir at tendra blikkini.
Kl. 23:30
Skjýtur kommunan fýrverk á økinum við Havnarskrivstovuna. Heitt verður á fólk um at njóta fýrverkið í fjarstøðu.
Kl. 01:00
Aftaná midnátt verður dansur í Silkienni. Nærri kunning um tiltakið fæst frá Disvoy.
Vestmanna kommuna ynskir øllum eitt gott og eydnuríkt nýggjár.
Í samband við at kommunan skipar fyri felags báli, verður ikki givið loyvi til onnur bál. Heitt verður á fólk um ikki at fylla á felagsbálið.