Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir sosialráðgeva til Barnaverndartænastuna í tíðarskeiðinum 1. september 2024 – 31. august 2025. Talan er um fulltíðarstarv.
Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.
Barnaverndartænastan í VEKS, umfatar Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur.
Talan er um eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum.
Viðkomandi fer í tøttum samstarvi við leiðaran og starvsfólk á deildini at taka sær av málsviðgerð av barnaverndarmálum, ið m.a. fevnir um samrøður við børn og foreldur teirra – heimavitjanir – at ráðgeva børnum og familjum teirra – at seta neyðugar fyriskipanir í verk – skipa fyri tvørfakligum samstarvi við samstarvspartar hjá Barnaverndartænastuni, og gera tilmæli til ávikavist barnaverndarnevndina og høvuðsbarnaverndarnevndina.
Tann sum settur verður skal kunna vera við í vaktarskipanini hjá Barnaverndartænastuni, har arbeitt verður uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Barnaverndartænastan í VEKS heldur til á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka, og nakað av ferðing er knýtt at starvinum.
Vit ynskja, at tú hevur:
- útbúgving sum sosialráðgevi
- góð samstarvsevni
- royndir innan barnavernd, men tað er ikki eitt krav
- KT-førleika á brúkarastøði
- evni at arbeiða sjálvstøðugt og tvørfakligt
- gott yvirlit og megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn
Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
Sambært barnaváttanarlógini skal Barnaverndartænastan móttaka barnaváttan, áðrenn persónur verður settur í starv.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu J. Mørkøre, leiðara á Barnaverndartænastuni á tlf. nr. 667271.
Umsókn saman við prógvum og cv. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. juli 2024, og skal sendast til:
beinta@sunda.fo – viðmerkt “umsókn Barnaverndartænastan”,
ella
Sunda kommuna
Barnaverndartænastan
Oyrarbakkavegur 3
FO – 400 Oyrarbakki
Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, tilskilar Barnaverndartænastan sær rætt til at søkja av nýggjum.