Ungdómshúsið Staðið leitar eftir nærlagdum, kreativum og lítargóðum tímaløntum starvsfólkum, at gerast partur av nýggja toyminum. Tú verður partur av einum spennandi og kreativum toymi, ið saman virkað fyri at betra um trivnaðin hjá børnum og ungum í kommununi. Undir tí nýggju verkætlanini Mentan sum klekingaramboð verður tú við at eggja og kveikja børnum og ungum at royna nakað, sum tey ongantíð hava roynt fyrr – fyri at røkka longri enn tey áður hava gjørt.
Arbeiðistíðir og Førleikakrøv
Eitt starvsfólk við sjóneykuni á teimum ungu frá 7. flokk og eldri. Serliga leita vit eftir førleikum at læra tey ungu um ljóðupptøku við okkara vælútgjørda studio. Arbeiðstíðin er mikudagar og hósdagar frá 18 – 22 og eitt leygarkvøld hvønn triðja mánaða.
Eitt starvsfólk við sjóneykuna á teimum smærru (4. – 6. flokk). Serliga leita vit eftir einum, sum tímir at gera ymiskt kreativt saman við teimum. Í fyrstu atløgu er talan um ein dag um vikuna, 4 tímar frá 13.30 til 17.30, og møguleika fyri at hava nakrar vaktir um kvøldanar saman við teimum ungu.
Øll skulu vera trygg á Staðnum, tískil vænta vit, at tú ert fyrikomandi, álítandi, skapandi, tolin og sjálvstøðug/-ur. Børn og ung ráðføra seg javnan við starvsfólkunum, tískil vænta vit, at tú megnar at stýra viðkvæmar støður á ein nærlagdan, men professionellan hátt.
Viðkomandi royndir
Tað kann vera ein fyrimunur, at tú ert undir útbúgving sum t.d. námsfrøðingur ella lærari. Men, tað mest týdningarmikla er, at tú tímir at kveikja børnini til at royna seg við nýggjum ítrivum.
Høvuðsuppgávur
- Verða við til at skipa fyri kreativum verkstovum.
- Eggja børnunum at nýta verkstovurnar og tey høli, Staðið hevur.
- Verða nærløgd/nærlagdur – tú hevur ikki gloymt hvussu tað er at vera ung/ur, og ert til reiðar at møta børnum og ungum á opnan og fordómsleysan hátt.
- Saman við leiðaranum, skapa og menna eitt innihaldsríkt tilboð til børnini.
Lønarviðurskifti
Starvið er tímalønt og verður lønt sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Setanarøkið er Vestmanna Kommuna og setanarstaður er Ungdómshúsið Staðið.
Starvið verður sett skjótast til ber, ella eftir nærri avtalu.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini, hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Spurningar?
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til ungdómsleiðaran Gabriel Sebastian Apetrei, á telefon 770 161 ella teldupost gabriel@vestmanna.fo
Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum og møguligum viðmælum skal vera Kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 31. mars 2023 kl. 12:00.
Sendi umsóknina til starv@vestmanna.fo og viðmerk “Starvsfólk til Staðið”