Í sambandi við Spæl føroyskt vikuna sum KVF og Tónleikasambandið standa fyri, verður konsert á Staðnum nú hóskvøldið.
Tey flestu kenna kanska Jasmin Mote aftur frá bólkinum JASMIN ella nýggja artistprojektinum Jazzygold.
Hóskvøldið 9. mars kemur hon til Vestmanna at spæla eina konsert og spreiða kreativitetin út til tey ungu. Hon kemur at upptraðka sum Jasmin Mote og fer at velja løg frá hennara stóra repertoire.
Konsertin er fyri ung og er ókeypis.
Konsertin byrjar kl. 19:00, dyrnar lata upp klokkan 18:00
Starvsfólkini eru spent og vóna at tey ungu eisini eru tað.
Skipa verður fyri konsert og hugnakvøldið við pizza, bomm, spøl, og gott prát.
Tveir kulir og frískir fýrar koma at filma fyri Spæl føroyskt. Vit fara øll at hanga út og fortelja søgur. Um vibe’ið er har so kanska eitt Jam session, hvør veit –
Kom forbí hóskvøldið og havi eitt gott kvøld saman við okkum!
Spæl føroyskt-átakið byrjaði í 2008 og er aftur á skránni hesa vikuna, men hesa ferð er leisturin broyttur.
Formaðurin í Tónleikasambandinum, Dánjal á Neystabø, fegnast um nýggja leistin:
”Við Spæl føroyskt-vikuni seta vit føroyskan tónleik á breddan og eggja spælistøðum, stovnum, fyritøkum og privatpersónum at mynda vikuna, júst sum teimum lystir”, sigur hann. ”Tað kann vera ein framførsla í eini frisørsalong, ein barnagarður, sum framførir á einum ellisheimi, ella felagssangur í eini hugnaligari stovu. Tað er bert hugflogið, sum setur mørk”, leggur hann afturat.