Søkt verður eftir einum arbeiðsfólki til fríðkanartoymið hjá Vestmanna Kommunu at byrja skjótast til ber ella sambært avtalu.
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.:
- fríðkan av gøtum og ørðum kommunalum økjum
- gróðurseting og sláing av almennum økjum
- annað fyrifallandi
Umsøkjarin kemur partvís at arbeiða sjálvstøðugt og skal tí duga at leggja sín egna arbeiðsdag til rættis.
Vit vænta, at tú:
- hevur koyrikort til persónbil.
- kann arbeiða í toymi.
- traðkar til, tá ið á stendur.
Setanar- og lønarviðurskifti
Tilvísing er til arbeiðsformannin hjá Vestmanna Kommunu. Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Talan er um fulltíðarstarv, sum verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Fleiri upplýsingar um starvið
Eru spurningar viðvíkjandi starvinum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Torbjørn Egholm, arbeiðsformann, tlf. 770 126.
Umsóknin skal sendast til
Skrivlig umsókn skal sendast við telduposti til: starv@vestmanna.fo.
Umsóknarfreistin er mikudagin 31. mai 2023 kl. 12:00.