Fitt barn hevur mong nøvn.
Vit sóknast eftir dugnaligum og arbeiðssomum køksfólki at starvast 20 tímar um vikuna á dagstovnaøkinum i Vestmanna.
Starvið byrjar 10. januar 2022 ella skjótast gjørligt.
Arbeiðstíðin er 4 tímar um dagin ímillum kl. 8 og 14.
Arbeiðsuppgávur
Gera sunnan og heilsugóðan millummála til børnini hvønn dag.
Førleikar
Viðkomandi arbeiðsroyndir í køki.
Persónligir eginleikar
- Álítandi og ábyrgdarfull/ur.
- Samstarvssinnað/ur og jalig/ur.
- Røkin og arbeiðsom/samur.
- Fleksibul og tolir broytingar.
Vit bjóða:
- ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag.
- ávirkan á menningina í køkinum.
- eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan.
Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi felag.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Morten Hust Petersen, stovnsleiðari, á telefon 770 130 og teldupost morten@vestmanna.fo
Umsókn
Umsókn saman við CV skal sendast til morten@vestmanna.fo, viðmerk: »matgerð«
Umsóknarfreistin er 4. januar 2022.