Vestmanna Kommuna sóknast eftir einum dugnaligum reingerðarfólki til læknamiðstøðina at arbeiða tveir tímar hvønn gerandisdag, 2. hvørja viku (ólíka vika).
Starvið inniber alla dagliga reingerð av læknamiðstøðini.
Førleikakrøv
Vit vænta, at umsøkjarin:
- Er blíð/ur, fyrikomandi og møtir væl upp.
- Er álítandi og ágrýtin.
- Hevur góð samstarvsevni, er hjálpsom/samur og dugur at arbeiða sjálvstøðugt.
- Er røkin og sær hvar tørvurin er.
- Royndir innan reingerð kann vera ein fyrimunur, men er ikki eitt krav.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið verður sett 16. oktobur 2023 við upplæring frammanundan.
Talan er um tímalønt starv, sum er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag – ein dagtíma og ein yvirtíð 1.
Fleiri upplýsingar um starvið
Eru spurningar viðvíkjandi starvinum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Rúnu Ingunardóttir, kommunuskrivara, á tlf. 770 102.
Umsóknin skal sendast til
Skrivlig umsókn saman við CV og møguligum viðmælum skal sendast við telduposti til: starv@vestmanna.fo.
Freistin at søkja
Umsóknir skulu vera Vestmanna Kommunu í hendi í seinasta lagi hósdagin 19. septembur 2023, klokkan 12:00.