Í gjár tann 1. august 2024 fekk Vestmanna kommuna vitjan av 50 eldraborgarum úr Ólafsvík/Snæfellsbær.
Vestmanna kommuna tók upp vinarbýasamband tann 1. juli í 2001, og síðani hevur verið samband kommunurnar ímillum.
Onkuntíð hava íslendingarnir verið í Føroyum og øvugt.
Eldraborgararnir vitjaðu í Vestmanna kirkju, har borgarstjórin beyð vælkomin.
Í kirkjuni spældi Magni Christiansen nakrar sangir saman við kórinum í missiónshúsinum.
Eftir hugnaligu løtuna varð bjóðað til smyrjibreyð í kirkjukjallaranum, har íslendska eldrafelagið handaði borgarstjóranum og kirkjuráðnum gávur sum tøkk fyri løtuna.
Síðani fór hópurin á Heimið á Grønanesi, har tey fingu eina rundvísing, og gáva varð handað leiðsluni.
Eldrafelagið vitjar í ymsum bygdum og fer avstað aftur leygardagin kl. 13.00.
Myndirnar eigur Birgir Waag Høgnesen