Joze Kotar (klarinett) og Luca Ferrini (klaver) verða at hoyra í Vestmanna kirkju.
Hvar: Vestmanna kirkja
Nær: Leygardag 22. juli, kl. 16:00
Konsertin er ókeypis
Klarinett spælarin Jože Kotar og klaver spælarin Luca Ferrini hava spælt saman í yvir 15 ár. Teirra tónleikaskrá strekkir seg frá tí klassiska tíðarskeiðinum til nútímans. Tó dámar teimum best, at framføra samtíðartónleik, ið er skrivaður á ein siðbundnan hátt, harumframt jazz og live elektroniskan tónleik. Teir royna altíð at blanda ymsar stílartir og at spæla nýggj verk. Fyri nøkrum árum síðan byrjaðu teir eina verkætlan, ið eitur “Music from the Islands” við tónleiki frá komponistum úr Evropa. Hetta hevur síðan víðkað seg til at fevna um aðrar oyggjar runt um í verðini. Til hesa konsertina fara teir at framføra tí nýggjastu fløguna í “Music from the Islands” røðini, sum Tutl hevur útgivið.
Les meira her.
Vestmanna kommuna stuðlar Summartónum 2023