Orkuting avlýst vegna forfall, og verður ikki sum ætlað hóskvøldið tann 24. mars 2022. (dagf. 22. mars 2022)
– um fíggjarligt endurgjald til kommunur fyri jarðarlendi á leiðini móti grønari orku.
Stigtakari til orkutingið er ein áhugabólkur í Vestmanna saman við Vestmanna Kommunu.
Í neyðugu strembanini móti grønari orku verður hald lagt á alsamt meira lendi, bæði til vatnorku, vindorku og pumped storage. Sama fer at gera seg galdandi við sjóvarfalsorku. Talan er um eitt náttúrutilfeingi, sum ókeypis verður latið úr Vestmanna til Føroya fólk.
Longu fyrst í hini øldini vístu mátingar, at størstu vatnnøgdirnar vóru í víða lendinum norðan fyri Vestmanna og at til bar at savna hetta vatnið í byrgingar. Ætlanin gjørdist veruleiki í 1954 í interkommunala stovninum SEV, men áðrenn tað vóru lokalar vatnbyrgingar gjørdar í Botni í Vági og við Strond í Klaksvík.
Seinni eru stórar vatnorkuútbyggingar farnar fram í øðrum kommunum, og nú standa vindmyllulundir fyri tørni. Allar hesar útbyggingar vera gjørdar í hagalendi hjá kommunum.
Talan er um stór inntriv í náttúruna, sum nøkur eru í móti, og sum onnur eru fyri. Undir øllum umstøðum er tó talan um at brúka ta tøku natúrligu grønu orkuna. Í Føroyum eiga vit at kunna gera okkara part til tess at sleppa undan dálkandi orkukeldum.
Tað er sera lítið, kommunur hava fingið í fíggjarligum endurgjaldi fyri umrøddu inntriv. Og nú umsóknir eru til viðgerar um at bygga pumped storage verk í Vestmanna, hevur ein áhugabólkur í kommununi sett sær spurningin, um tað ikki hevði verið natúrligt, at kommunur, sum lata so nógv náttúrutilfeingi til grøna orku, hava rætt til eitt fíggjarligt endurgjald.
Fordømi fyri eini slíkari skipan er norska Landsfelagið fyri Vatnorkukommunur (LVK). Á leið 180 vertskommunur fyri vatnorkuútbygging eru limir í felagsskapinum, sum var stovnaður í 1978. Uppgávan hjá felagsskapinum er at stuðla rættinum at fáa ein varandi part av virðisøkingini av at orka verður vunnin úr lendinum hjá kommunum. LVK leggur stóran dent á, at her er talan um staðbundið náttúrutilfeingi. Ein skipan er fingin í lag í Noregi, har kommunur, ið lata lendi og náttúrutilfeingi til orkunýtsluna í landinum, fáa eitt fíggjarligt endurgjald. Torfinn Oppheim úr Sauda kommunu stendur fyri felagsskapinum, og hann fer á Orkutinginum at greiða frá norsku skipanini og at svara spurningum um, hvussu ein líknandi skipan kann fáast í lag í Føroyum. LVK veitir kommunum orkupolitisk ráð og fakligan og løgfrøðiligan stuðul, tá nýggjar orkuverkætlanir eru í umbúna.
Orkutingið verður hósdagin tann 24. mars 2022 kl. 17.00-20.30 í Miðnámi í Vestmanna, Fjarðavegur 4.
Skráin er hendan: