“Róin – Spælimaðurin við heimsins enda”
Um tiltak
Kom og uppliv heimildarfilm um vestmenningin og karismatiska tónleikaran, Róin Siggertsson. Fríggjakvøldið 21. mars verður heimildarfilmurin, “Róin – Spælimaðurin við heimsins enda” vístur á Miðnámi. Sama um hvussu trupul støðan er, so
Um tiltak
Kom og uppliv heimildarfilm um vestmenningin og karismatiska tónleikaran, Róin Siggertsson.
Fríggjakvøldið 21. mars verður heimildarfilmurin, “Róin – Spælimaðurin við heimsins enda” vístur á Miðnámi.
Sama um hvussu trupul støðan er, so er tað eitt, sum ongantíð svíkjur – tónleikurin. Tá ið hann situr við klaverið, er hann er sannur úrmælingur.
Filmurin lýsir lívs- og tónleikaferðina hjá Róini, sum eftir nærum 30 ár burtur heiman, stríðist við at finna fótafestið í heimbygdini. Tað er tó ikki lætt at flyta heimaftur, og hann endar í ovurnýtslu av bæði øli og resept heilivági. Kanska er loysnin at fara til Danmarkar aftur; men so hendir tað óvæntaða – hann skal vera pápi, og hetta setur hann á eitt vegamót.
Heimildarfilmurin er leikstýrdur av Pæturi H. Evensson og framleiddur av Kykmyndum, har meginparturin av tónunum eru Róins.
“Róin – Spælimaðurin við heimsins enda”.
Sýningarnar byrja kl. 19 og kl. 21, og tað er ókeypis atgongd. Verið vælkomin.
Plássið í salinum er avmarkað og tí er tilmelding ein fyrimunur. Hetta kann gerast við at seta seg í samband við Vestmanna kommunu á 770100 ella vestmanna@vestmanna.fo.
Eftir fyrru sýningina verður ein hugnalig móttøka á Faer Isles Distillery, har Róin fer at spæla nøkur av sínum nýggjastu løgum.
Nær
21/03/2025 19:00 - 22:00(GMT+00:00)
- Inniverandi mánaði