Adventshugni við Vestmanna kirkjukóri
2026Sun29Nov19:0021:0019:00 - 21:00(GMT+00:00) BólkurTiltøkAdventshugni við Vestmanna kirkjukóri
Um tiltak
Fyrsta sunnudag í advent hevur Vestmanna kirkjukór, sum vant, adventshugna í kirkjuni kl. 19:00. Kórið syngur vælkendar jólasangir og hevur hesa ferð tvær gestaframførslur. Kirkjukórið hevur vitjan av sangbólkinum Ekklesia úr
Um tiltak
Fyrsta sunnudag í advent hevur Vestmanna kirkjukór, sum vant, adventshugna í kirkjuni kl. 19:00.
Kórið syngur vælkendar jólasangir og hevur hesa ferð tvær gestaframførslur.
Kirkjukórið hevur vitjan av sangbólkinum Ekklesia úr Klaksvík og donsku songkvinnuni Miriam Sund Vibjørg til adventshugnan í ár.
Gestirnir hava egnar framførslur, men syngja eisini nakrar sangir saman við Vestmanna kirkjukóri.
Har afturat fer urguleikarin Ari Hammer Joensen at luttaka við sínum spæli.
Aftaná konsertina verður mandlurís at fáa í kirkjukjallaranum.
