Eldradagur á Miðnámi
2026Ley28Feb15:0017:0015:00 - 17:00(GMT+00:00) BólkurTiltøkEldradagur á Miðnámi
Um tiltak
Komið til hugnaliga eldrasamveru á Miðnámi í Vestmanna 28. februar, kl. 15.00. Eldraráðið hjá VEKS skipar fyri hugnaligari eldrasamveru á Miðnámi í Vestmanna leygardagin 28. februar kl. 15, har øll eru
Um tiltak
Komið til hugnaliga eldrasamveru á Miðnámi í Vestmanna 28. februar, kl. 15.00.
Eldraráðið hjá VEKS skipar fyri hugnaligari eldrasamveru á Miðnámi í Vestmanna leygardagin 28. februar kl. 15, har øll eru vælkomin, sum eru 60 ár og eldri. Á tiltakinum verða viðkomandi fyrilestrar, tónleikaframførslur, felagssangur, og vístar verða gamlar myndir úr Vestmanna við frágreiðing um myndirnar. Miðskeiðis í tiltakinum verður kaffisteðgur við góðum køkum afturvíð.
Vit í Eldraráðnum vóna, at nógvir vestmenningar, sum eru 60 ár og eldri, møta til tiltakið, og um onkur yngri hevur hug at koma við, so er tað eisini í lagi.
