Endurnýtsla av tøkni
2026Frí05Jun16:0018:0016:00 - 18:00(GMT+00:00) BólkurTiltøkEndurnýtsla av tøkni
Um tiltak
Aftur í ár seta vit sjóneykuna á burturbeining av elektronikki í sambandi við rørslu- og umhvørvisvikuna í kommununi. Fríggjadagin 5. juni frá kl. 16-18, er Nema á ruskplássinum, Skilagátt, í Vestmanna,
Um tiltak
Aftur í ár seta vit sjóneykuna á burturbeining av elektronikki í sambandi við rørslu- og umhvørvisvikuna í kommununi.
Fríggjadagin 5. juni frá kl. 16-18, er Nema á ruskplássinum, Skilagátt, í Vestmanna, og við sær hava vit ein knúsara (shredder) til harðdiskar. Tey skrúva tína teldu sundur á staðnum og knúsa harðdiskin meðan tit bíða, soleiðis at tit kunnu vera vís í, at tykkara dátur verða endaliga burturbeindar.
Øll tey, ið koma framvið básinum eru við í lutakastinum um ein hátalara.
